Nú vil Kevin Hart eisini hava sína egnu bil sendirøð
Flestu okkara kenna best Kevin Hart sum stand-up skemtaran, ella sjónleikaran í teimum mongum Hollywood skemtifilmunum, men Kevin Hart er eisini ein sera eldhugaður bilasamlari við einum serligum tokka til muskulbilar.
Kevin og vinmenn hansara, ið kalla seg The Plastic Cup Boyz, fara í hesi sendirøðini at læra seg alt um muskulbilar og mentanina handan bilarnar. Teir royna millum annað, at drifta, koyra ¼ mile drag-race og enntá at serbyggja sín egna muskulbil.
Sendirøðin byrjar 2. juli, og eitur Kevin Hart’s Muscle Car Crew, og verður einans stroymd á heimasíðuni og appini hjá MotorTrend
Hoyr Kevin greiða frá sendirøðini í videobrotinum niðanfyri: