
Nú hevur Mercedes kunngjørt teirra nýggja EQG frumsnið á IAA bilmessuni í München. Hesin EQG líkist í stóran mun tí klassiska G-klassa sniðinum, ið vit kenna, tó hevur hann fleiri nýggjar lutir sum avdúka, at hetta ikki er ein vanligur G-klassa jeepur.