80’ara flaggskip rísur upp av nýggjum
Hyundai hevur við einum konseptbili spælt sær við nýggjari tøkni, og at endurskapa Hyundai flaggskipi frá 80’unum Hyundai Grandeur, sum var ein luksussedan. Bilurin hevur m.a. el-motor, stóran skíggja og LED-lyktir, men hevur varðveit andan úr 80’unum.
Konseptið kallast Heritage Series Grandeur, og er ein nýtulking, gjørd í samband við at modellið fyllir 35 ár.
Úrsliti er sera áhugavert. Sniðið er einfalt og 80’arasligt, men kryddað við nýggjari tøkni, sum til dømis Parametric Pixel lyktum sum vit kenna frá Ioniq 5, kúfangarar og speglum í mattum metalli, stórum skíggja, 18 hátalarum, meðan hjólini hava klassiskar 80’ara plátufelgur og setrini eru klødd við boredeux-reyðum velouri.
Sí filmsbrot og myndir av Retro (Newtro) Grandeur bilinum niðanfyri