Hvat liggur eftir í Føroyum?

Hvat liggur eftir í Føroyum?

Kelda: kvf.fo

Fleiri filmar og lýsingar verða nú tikin upp í Føroyum, men skulu vit siga ja til alt, fyri soleiðis at fáa uppmerksemi?

Líkt er til at Føroyar eru dreymalandið, um tú vilt sleppa at koyra skjótar, flottar bilar, tí fleiri bilframleiðarar hava seinastu tíðina verið í Føroyum og tikið upp tilfar til lýsingar. Millum onnur kunnu nevnast bilmerkini Ford og Porche, og eitt er, sum gongur aftur.

– Rundkoyringin í Eysturoyartunlinum sær út til at vera hon, sum má vera við. Um tað er tí at vit í Føroyum vilja branda hesa, ella tí tað gevur góðar myndir, at síggja bilin koyra í tunlinum, tað er ein góður spurningur, sigur Allan Dalsgarð, lýsingaráðgevi.

Sjálvt um sjónligheit er góð, so skulu føroyingar tó ansa eitt sindur eftir, hvørjum man loyvir at taka upp lýsingar.

– Vit mugu eisini hugsa um, at Føroyar vera settar í samband við tær vørur, sum lýst verður við. Vit selja okkara land, tá vit siga ja til at vera pallur hjá hesum ymsu vørunum. Tí er umráðandi, at hetta eru vørur, vit kunnu standa inni fyri, leggur Allan afturat.

Hoyr samrøðuna við Allan Dalsgarð her

Vehicle added!
The vehicle is already in the wishlist!