Michelin enduruppfinnur hjólið
Tað er stór tøknulig framgongd í bilídnaðin í løtuni innan umlegging til el-bilar og menning av sjálvkoyrandi bilum. Nú vil Michelin eisini, at vit fara frá luftfyltum dekkum til luftleys dekk.
Michelin sigur, at umleið 20% av øllum dekkum oyðileggjast vegna punktering ella dekktrýst trupulleikum hvørt ár, og tað svarar til heili 200 milliónir dekk um árið. Hetta er ikki ein gongd leið, og tí hava tey enduruppfunnið hjólið. Nýggja hjólið hevur fingið navnið Uptis og verður væntandi á marknaðinum í 2024.
Niðanfyri síggja vit Youtube’arin MR JWW royndarkoyra hesi dekkini í einum el-drivnum Mini Cooper SE. Cyrille Roget frá Michelin greiðir frá, hví hetta er framtíðin.