Vit hava skrivað undir avtaluna fyri einum tíma síðani, sigur Rúni Djurhuus, tá vit hitta hann í telefonini.
Hann sigur, at Sp/F Bilrøkt verður eitt felag undir P/F Wenzel, men fer at koyra víðari sum vit kenna tað. Handilin er, sum altíð í slíkum førum, treytaður av, at Kappingareftirlitið góðtekur ein slíka samanlegging.