Tíðindaskriv – Mikukvøldi 6. apríl kl 19:30 verður spennandi framløga og ársaðalfundur hjá Elbilafelagnum, á Føroya Handilsskúla (gamli Handilsskúlin, við síðuna av Glasir), Janusargøta 2. Øll eru vælkomin.
Seinastu dagarnar hevur KVF havt nøkur innsløg í Degi og viku, har tað verður ført fram, at tilbúgvingin í Føroyum, í flestu kommunum, ikki er klár til uppgávuna, um ein elbilur skuldi verið fyri óhappi.
Tað eru tó nøkur viðurskiftið, sum ikki eru broytt so nógv seinasta árið. Eitt nú løðimøguleikarnir hjá borgarum, sum ikki fáa løtt heima við hús. Her hevur Elbilafelagið roynt at seta fokus á, at kommunur broyta byggisamtyktirnar soleiðis, at tað verður eitt krav, at almenn parkeringspláss og nýbygging av íbúðarøkjum/blokkum hava løðistøðir ella í minsta lagi eru gjørd klár til at hava løðistøðir.
Tað skal verða eitt krav at seta løðistøðir upp, ella í minsta lagi skal øki gerast klárt til uppsetan av løðistøðum, tá íbúðarblokkar, hús/randarhús, kommunubygningar og kommunal parkeringsøkir skulu byggjast framyvir.
Í dag var stovnandi fundur, har nýtt elbilafelag varð sett á stovn. Talan er um felag fyri fólk við áhuga fyri elakførum.