Elbilafelagið 1 ár!

Elbilafelagið 1 ár!

Elbilafelagið 1 ár!

Tíðindaskriv frá Elbilafelagnum:

Fyri einum ári síðani var Elbilafelagið set á stovn. Hetta seinasta árið eru nógv framstig hend við elakførum, bæði uttanlands og í Føroyum. Við árslok 2021 vóru 603 el-persónbilar skrásettir í Føroyum og talið er næstan tvífaldað í mun til ársbyrjan 2021. Fyri ári 2021 vóru elbilar umleið 35% av samlaða vøkstrinum. Samstundis er úrvalið av bilum somuleiðis vaksið nógv og hugburðurin at ogna sær ein elbil, er broyttur nógv í samfelagnum.


Tað eru tó nøkur viðurskiftið, sum ikki eru broytt so nógv seinasta árið. Eitt nú løðimøguleikarnir hjá borgarum, sum ikki fáa løtt heima við hús. Her hevur Elbilafelagið roynt at seta fokus á, at kommunur broyta byggisamtyktirnar soleiðis, at tað verður eitt krav, at almenn parkeringspláss og nýbygging av íbúðarøkjum/blokkum hava løðistøðir ella í minsta lagi eru gjørd klár til at hava løðistøðir. Fyri at tað skal gerast møguligt hjá øllum borgarum at velja ein elbil, heldur enn ein bensin/dieselbil, er sjálvandi neyðugt, at borgarar hava møguleika at løða bilin heima ella á arbeiðsplássinum. Í okkara samskifti við kommunurnar, hava nakrar kommunur váttað, at loysnir til henda trupulleika verða raðfestar.


Samstundis sum kommunurnar skulu ganga á odda fyri at loysa henda trupulleika, er tað eisini avgerandi, at arbeiðspláss hava møguleika at seta upp løðistøðir til síni starvsfólk, viðskiftafólk og egnar elbilar. Hetta hevur Elbilafelagið havt samskifti við SEV um, og vit í Elbilafelagnum eru spent uppá loysnina SEV í løtuni arbeiðir við, fyri at hetta kann gerast møguligt. SEV hevur váttað at loysnin verður klár fyrsta dagin. Samstundis er tað eisini umráðandi at elbilaførarar altíð skjótt og nemt kunnu nýta sokallaða skjótløðing, tá tað er neyðugt. Tað er í løtuni SEV, sum hevur ábyrgdina av at útbyggja innfrasstrukturin viðv. løðistøðum. Tann einasta broytingin, sum er hend hetta seinasta árið er, at ein hart tiltrongd skjótløðistøð er komin afturat á Skálatrøð í Havn, aftuat einari AC-løðistøð afturat. Men SEV hevur váttað, at ein skjótløðistøð kemur í Gøtudali, Skálabotn og í Kollfjarðardali.


Fyri framman eru fleiri øki, sum skulu fáast greiðu á, fyri at betra um umstøðurnar, soleiðis at fleiri og fleiri velja ein elbil framum ein vanligan bil. Politiskt er ikki nógv hent á økinum. Bæði lands- og kommunupolitiskt er tað avgerðandi at raðfesta orkuskiftið, ikki bara í orði, men eisini í verki. Her skulu land og kommunur ganga á odda, ikki bara við lógum og reglum, men eisini í verki viðvíkjandi almennum bygningum, parkeringsøkjum, bussleiðum og vegakervi.
Bilasølur mugu eisini flyta seg. Tað er enn ikki óvanligt at hoyra um bilasølufólk, sum tosa kundar frá at keypa elbil, tí tey vita ov lítið um bilarnar ella hava onnur sjálvsøkin atlit at taka. Bilverksmiðjur mugu eisini uppstiga seg, bæði viðvíkjandi tekniskari vitan og deilum til elbilar.


Elbilafelagið er ikki undir nakrari villingarsjón, at elbilar ikki hava sínar trupulleikar og/ella avbjóðingar. Viðurskiftini viðvíkjandi framleiðsluni av so at siga øllum lutum, hava sínar avbjóðingar. Serliga eru tað battaríini í elbilum, og tískil er tað gott at hava fokus á hetta og seta neyðug krøv sum brúkari eins og landsins mynduleikar. Somuleiðis er umráðandi at trygdarviðurskiftini eru ílagi. Viðurskifti, har stutttíðar handilsvinningur dríva verkið, skal man hyggja atfinningarsamt at. Harafturat, fer ein stór tøknifrøðilig menning fram, samstundis sum eftirspurningurin veksur eksponentielt, og tískil kunnu onkrar neyðsemjaloysnir koma fyri. Hetta skulu vit sjálvandi vera varug við.


Í 2022 vóna vit í Elbilafelagnum, at tað fer at bera til at hava onkur tiltøk, har vit og limirnir kunnu hittast. Tað eru nógv vikuskifti og hugskot, har tað er best at møtast fysiskt til eitt prát, afturat einum kaffimunni og kakubita. Vónandi fer korona ikki at liggja eins nógv sum ein fótongul meira, hvat tí viðvíkur. Vit halda á fram at leggja ymiskt áhugavert út á okkara Facebook síðu: https://www.facebook.com/elbilafelagid og hava eisini ætlanir um at leggja meira kunnandi tilfari út á okkara heimasíðu: http://elbilafelagid.fo


Um man hugsar um pengapungin ella umhvørvið, so er enn best at brúka beinini ella annan meira umhvørvisvinarligan flutning, men um man nú noyðist at koyra bil, og skal skifta bilin út ella keypa bil á fyrsta sinni, so eru ráðini at keypa ein elbil, sum júst passar til tín tørv, heldur enn at keypa ein vanliga bensin/dieselbil.
Vinarliga

Elbilafelagið

  1. januar 2022