Audi hevur nú kunngjørt e-tron GT og RS e-tron GT, ið eru teirra luksus el sedan bilar. Hesin bilurin er bygdur á sama platform Porsche Taycan. Audi e-tron GT og RS e-tron GT klára frá 0-100 uppá ávíkavist 3.9 sek og 3.1 sek
General Motors: Einans el-bilar frá 2035 Ein av heimsins størstu bilaframleiðarum, meldaðu hósdagin út, at øll søla av diesel og bensinbilum steðgar í seinasta lagi í 2035. General Motors hava m.a. Cadillac, GMC, Buick og Chevrolet á sínum portfolio. Les tíðindaskrivið frá General Motors her Ella les grein sum DR hevur skriva um evni her
Luksus útgávan hjá Tesla “Model S” hevur júst fingið eina snið og tøkni uppfrískan. Størsta broytingin sæst innaní bilinum, og ein tann mest eyðmerkta broytingin er róðri, ið ikki longur er runt men fýrkantað. Tesla hevur valt at kallað hetta slagið av róðri eitt “yoke” róður.
Í dag var stovnandi fundur, har nýtt elbilafelag varð sett á stovn. Talan er um felag fyri fólk við áhuga fyri elakførum.
Tesla og teirra Cybertruck sleppur ikki at eiga hendan marknaðin einsamallur, tí longu nú standa bilframleiðararnir í kø at kunngera teirra el-Pickup bil.
Rolls-Royce vilja eisini vera við í spælinum um elbilarnar Slatur gongur um at Rolls-Royce fyrireikar seg til at kappast við hinar bilasmiðjurnar um at selja luksus elbilar. BMW fyritøkan, ið eigur Rolls-Royce, hevur fyri kortum skráset navnið Silent Shadow sum Trademark, hjá týsku patentstovuni. Silent Shadow, vísur til víðagitnu Silver Shadow útgávuna, ið var best […]
Nio ET7 koyrir 1.000 km uppá eina løðing Kinesiska bilmerki Nio, sum útkemur við fyrsta modellinum ET7 um eitt ár, siga at við faststofbattarínum, fer bilurin at klára at koyra 1.000 km uppá eina løðing. Les meira um Nio ET7 her Sí stutt filmsbrot um bilin niðanfyri