Tesla model Y – Frá byrjan til enda uppá 2 minuttir Tesla hava lagt eitt video á Youtube, har tey uppá tveir minuttir vísa framleiðsluna av Tesla model Y á Tesla Giga Shanghai fabrikkini.
Justin Philbrow, frá Facebook síðuni El-bilar í Føroyum, ummælir og royndarkoyrir nýggja familjubilin Maxus Euniq
Porsche Taycan Turbo S er verðins skjótast Porsche Taycan Turbo S hevur júst sett eina nýggja Guinness World Record fyri skjótastu ferð innandura við 165,1 km/t Sí nýggja metið í videobrótinum niðanfyri:
Audi hevur nú kunngjørt e-tron GT og RS e-tron GT, ið eru teirra luksus el sedan bilar. Hesin bilurin er bygdur á sama platform Porsche Taycan. Audi e-tron GT og RS e-tron GT klára frá 0-100 uppá ávíkavist 3.9 sek og 3.1 sek
Luksus útgávan hjá Tesla “Model S” hevur júst fingið eina snið og tøkni uppfrískan. Størsta broytingin sæst innaní bilinum, og ein tann mest eyðmerkta broytingin er róðri, ið ikki longur er runt men fýrkantað. Tesla hevur valt at kallað hetta slagið av róðri eitt “yoke” róður.
Í dag var stovnandi fundur, har nýtt elbilafelag varð sett á stovn. Talan er um felag fyri fólk við áhuga fyri elakførum.
Tesla og teirra Cybertruck sleppur ikki at eiga hendan marknaðin einsamallur, tí longu nú standa bilframleiðararnir í kø at kunngera teirra el-Pickup bil.
Rolls-Royce vilja eisini vera við í spælinum um elbilarnar Slatur gongur um at Rolls-Royce fyrireikar seg til at kappast við hinar bilasmiðjurnar um at selja luksus elbilar. BMW fyritøkan, ið eigur Rolls-Royce, hevur fyri kortum skráset navnið Silent Shadow sum Trademark, hjá týsku patentstovuni. Silent Shadow, vísur til víðagitnu Silver Shadow útgávuna, ið var best […]
Nio ET7 koyrir 1.000 km uppá eina løðing Kinesiska bilmerki Nio, sum útkemur við fyrsta modellinum ET7 um eitt ár, siga at við faststofbattarínum, fer bilurin at klára at koyra 1.000 km uppá eina løðing. Les meira um Nio ET7 her Sí stutt filmsbrot um bilin niðanfyri