
Hvørjir bilframleiðarar eru kendir fyri at brúka hesi heitini og búmerkini á sínum “serligu” motor útgávum?
Hvørjir bilframleiðarar eru kendir fyri at brúka hesi heitini og búmerkini á sínum “serligu” motor útgávum?
Orkumálaráðharrar í ES eru nú vorðnir samdir um ein lógarpakka á veðurlagsøkinum, sum m.a. snýr seg um at steðga sølu av bilum, sum koyra uppá lívrunnið brennievni, í 2035.
Vit hava skrivað undir avtaluna fyri einum tíma síðani, sigur Rúni Djurhuus, tá vit hitta hann í telefonini.
Hann sigur, at Sp/F Bilrøkt verður eitt felag undir P/F Wenzel, men fer at koyra víðari sum vit kenna tað. Handilin er, sum altíð í slíkum førum, treytaður av, at Kappingareftirlitið góðtekur ein slíka samanlegging.
Fitt av fólki høvdu leitað sær á Kongabrúnna í dag, tá minnismerki um fyrsta bilin, sum kom á land í Føroyum fyri 100 árum síðani, varð avdúkað av borgarstjóranum Heðini Mortensen.
Stór Bilasølustevna í ítróttarhøllini í Trongisvági verður vikuskiftið 7. og 8. mai. Hetta er tann afturvendandi sølustevnan, sum Tvøroyrar nýggjársnevnd skipar fyri á hvørjum ári. Tað er ókeypis at koma inn á bilsølustevnuna.
Fólk við bilum av slagnum Kia, MG og Isuzu nýtast ikki longur til Havnar tá bilurin skal til eftirlit. Tað verður nú gjørt í Klaksvík
Tíðindaskriv – Mikukvøldi 6. apríl kl 19:30 verður spennandi framløga og ársaðalfundur hjá Elbilafelagnum, á Føroya Handilsskúla (gamli Handilsskúlin, við síðuna av Glasir), Janusargøta 2. Øll eru vælkomin.
Seinastu dagarnar hevur KVF havt nøkur innsløg í Degi og viku, har tað verður ført fram, at tilbúgvingin í Føroyum, í flestu kommunum, ikki er klár til uppgávuna, um ein elbilur skuldi verið fyri óhappi.
Eftir at hava verið til eitt “Tesla Meetup”, helt tann eini førarin, at hann skuldi royna at “plúmma” við sínum Tesla Model S, og hetta mundi enda heilt galið.
Heldur henda gongdin fram fara vit at nærkast 10.000 el-bilum um fimm ár, sum fer at svara til næstan ein triðing av samlaða talinum á skrásettum persónbilum í Føroyum