Framløga og ársaðalfundur
Tíðindaskriv
Mikukvøldi 6. apríl kl 19:30 verður spennandi framløga og ársaðalfundur hjá Elbilafelagnum, á Føroya Handilsskúla (gamli Handilsskúlin, við síðuna av Glasir), Janusargøta 2. Øll eru vælkomin.
Posta hevur eina framløgu um teirra royndir við elakførum. Og fyribils úrslit frá spurnarkanningini, um umstøðurnar at eiga og hava elbil hjá elbila eigaranum, verða víst fram. Síðani er skráin sambært viðtøkum felagsins. Meira sæst á heimasíðu felagsins, www.elbilafelagid.fo
Spurnarkanning
Fyri at fáa størri innlit í, hvørjar royndir elbila-eigarir hava, hevur Elbilafelagið gjørt eina lítla spurnarkanning, sum limir í felagnum hava svarað. Millum annað eru spurningar um, hvussu løðimynstrið er, um elbilurin var keyptur nýggjur ella brúktur, hvussu tað er at fáa framt neyðugu el innleggingina, til at kunna løða bíligari heima, og annað.
Eitt dømi um, hvat kanningini vísir, er at 79%, av teimum sum hava svarað, hava heimaløðistøð. Eitt annað vísir, at 50% hava ikki annan bil enn elbil.
Elbilafelagið