P/F Wenzel keypt Bilrøkt
P/F Wenzel keypt Bilrøkt
Kelda: In.fo – Í dag hevur P/F Wenzel keypt kappingarneytan Sp/F Bilrøkt. Tað váttar Rúni Djurhuus, sum eigur og er stjóri hjá P/F Wenzel.
– Vit hava skrivað undir avtaluna fyri einum tíma síðani, sigur Rúni Djurhuus, tá vit hitta hann í telefonini.
Hann sigur, at Sp/F Bilrøkt verður eitt felag undir P/F Wenzel, men fer at koyra víðari sum vit kenna tað. Handilin er, sum altíð í slíkum førum, treytaður av, at Kappingareftirlitið góðtekur ein slíka samanlegging.
Jákup á Borg, eigari, stovnari og stjóri á Bilrøkt, sigur, at tað er við sera blandaðum kenslum, at hann hevur tikið hesa avgerð.