Bilrøkt samstarvar við Bil & Dekkverkstaðið
Portal.fo – Kelda
Fólk við bilum av slagnum Kia, MG og Isuzu nýtast ikki longur til Havnar tá bilurin skal til eftirlit. Tað verður nú gjørt í Klaksvík
Í gjár var móttøka í Klaksvík í sambandi við at nýggja samstarvsavtalu er gjørd millum Bil & Dekkverkstaðið í Klaksvík og Bilrøkt.
Tað verður nú soleiðis, at allir KIA, MG og ISUZU kundar ikki nýtast at fara til Havnar til service longur, tí nú kann man fá hetta gjørt í Klaksvík á Bil & Dekk verkstaðnum.
Eisini ber til at royna nýggjar KIA, MG og ISUZU bilar á Bil & Dekkverkstaðnum sum kemur at umboða Bilrøkt í Klaksvík frameftir.