Stór Bilasølustevna í Trongisvági hetta vikuskiftið
Kelda: Portal.fo
Stór Bilasølustevna í ítróttarhøllini í Trongisvági verður vikuskiftið 7. og 8. mai
Hetta er tann afturvendandi sølustevnan, sum Tvøroyrar nýggjársnevnd skipar fyri á hvørjum ári.
Tað er ókeypis at koma inn á bilsølustevnuna.
Vikuskiftið, sum er 7. og 8. mai, er opið frá klokkan 14 til klokkan 20 báðar dagar.
Eins og undanfarin ár eru fleiri bilasølur, eins og onkur sum selur viðfestisvognar, umframt kampingvognar.fo við í ár. Hesar bilasølur eru við: Reyni Service, Berg Motors, Auto Service, Nordbil og Tesla Import & Elakfør.