
Fitt av fólki høvdu leitað sær á Kongabrúnna í dag, tá minnismerki um fyrsta bilin, sum kom á land í Føroyum fyri 100 árum síðani, varð avdúkað av borgarstjóranum Heðini Mortensen.
Category Name: Tíðindastubbar
Fitt av fólki høvdu leitað sær á Kongabrúnna í dag, tá minnismerki um fyrsta bilin, sum kom á land í Føroyum fyri 100 árum síðani, varð avdúkað av borgarstjóranum Heðini Mortensen.
Stór Bilasølustevna í ítróttarhøllini í Trongisvági verður vikuskiftið 7. og 8. mai. Hetta er tann afturvendandi sølustevnan, sum Tvøroyrar nýggjársnevnd skipar fyri á hvørjum ári. Tað er ókeypis at koma inn á bilsølustevnuna.
Vinnarin av páskaregginum er funnin Vit hava drigið ein vinnara burturúr teimum mongu sum lúttóku í okkara kapping um eitt páskaregg. Hepni vinnarin gjørdist Kristina Eysturberg. Vit vilja hervið ynskja øllum einar gleðiligar páskir.
Fólk við bilum av slagnum Kia, MG og Isuzu nýtast ikki longur til Havnar tá bilurin skal til eftirlit. Tað verður nú gjørt í Klaksvík
Tíðindaskriv – Mikukvøldi 6. apríl kl 19:30 verður spennandi framløga og ársaðalfundur hjá Elbilafelagnum, á Føroya Handilsskúla (gamli Handilsskúlin, við síðuna av Glasir), Janusargøta 2. Øll eru vælkomin.
Vit hava lúkað Fyri at gera upplivingina betur hjá teimum sum leita eftir akfari, hava vit slókt øll akfør sum hava staði til sølu í meira enn 3 mánaðir. Hetta vil tryggja at seldir bilar ikki verða hangandi, og um mann hevur ein bil sum hevur staði til sølu í meira enn 3 mánaðir – […]
Seinastu dagarnar hevur KVF havt nøkur innsløg í Degi og viku, har tað verður ført fram, at tilbúgvingin í Føroyum, í flestu kommunum, ikki er klár til uppgávuna, um ein elbilur skuldi verið fyri óhappi.
Portal.fo: Óskrásettir bilar skulu ikki vera á almennum veg Verða tí fluttir fyri eigarans rokning. Tað er ikki loyvt at seta bilar uttan nummarspjøldur frá sær á almennum veg ella øki. Tí hevur løgreglan eitt ávíst arbeiði av at fáa hesar bilar fluttar burtur. Les meira her
KVF: El-bilar ein nýggj avbjóðing Er ein el-bilur í ferðsluóhappi, so eru bert tvey sløkkilið í landinum, sum hava neyðugu útgerðina at gera nakað Nógvu ferðsluóhappini í býnum hava fingið Tórshavnar sløkkilið at tryggja sær útgerð og kunnleika, sum ger sløkkiliði ført fyri at handfara el drivnar bilar, um teir koma illa fyri í einum […]
Eftir at hava verið til eitt “Tesla Meetup”, helt tann eini førarin, at hann skuldi royna at “plúmma” við sínum Tesla Model S, og hetta mundi enda heilt galið.