Warthog frá Halo er nú veruligur
Ein hin kendasti teldugjørdi bilurin er nú gjørdur til ein veruligan bil.
Halo er eitt sera væl umtókt telduspæl, ið er framleitt av Bungie, og útgivð av Microsoft. Halo var tað spælið, ið settið uppruna XBOX’ina á kortið, og gjørdi hana til ein veruligan kappingarneyta til Sony Playstation. Eitt tað stuttligasta við spælinum var, at man slapp at koyra við Warthog bilinum og skjóta rúmdarverður.
Nú hava XBOX og Microsoft, saman við Hoonigan, tikið stig til at framleiðan hendan bilin.
Bilurin skal brúkast sum lýsingarátak fyri nýggjastu útgávuna av Halo, nevnt Halo Infinite, sum kemur á marknaðin í desember í ár.
Bilurin er ikki bert ein “lýsingarsoyla”, tí Microsoft ynskti, at bilurin skal koyra skjótari enn 160 km/t, klára at plúmma meira enn 30 metrar, og venda á øllum 4 hjólinum eins og teldubilurin. So hesin bilurin endaði við at fáa ein Ford 7.2 litur V8 Twin-Turbo motor, ið hevur ikki minni enn 1.060 hestar.
Í videobrotinum niðanfyri sæst, hvussu Hoonigan loysit hesa uppgávuna