Tíðindaskriv frá Komfort Bilum

Tíðindaskriv frá Komfort Bilum

Nýggj bilasøla við nýggjum prísum

Í sambandi við at Nordcar hevur fingið nýggjar íleggjarar, skifta vit navn til Komfort bilar. Fleiri broytingar eru á veg, og í tí sambandi hava vit móttøku fríggjadagin 4. mars, sigur Palli Skorheim stjóri í Komfort bilum.

Eigaraskarðin telur nú brøðurnar Palla og Jógvan Skorheim, umframt Jóhann Lützen og Valbjørn Mittelstein. Nýggju eigararnir taka við í dag 1. mars. Vit vilja í hesum sambandi takka Birgir Dam Jacobsen, Frits Dam Jacobsen og Gordon Rajani fyri møguleikan, og gleða okkum at skapa eina nýggja framtíð í Komfort bilum.

Komfort bilar selja bilamerkini BMW, Mini, Fiat, Jeep, Alfa Romeo og Maxus. Verkstaðið er autoriserað til øll hesi merkini, umframt at verkstaðið er autoriserað at servicerað Honda, upplýsir Palli Skorheim.

Vit taka heitu luftina úr prísunum

Tað, tú rindar fyri ein nýggjan bil og tað, tú fært fyri ein brúktan, eigur at standa mát við veruleikan, sigur Palli Skorheim.

Tí fara vit undir nýggjan prísbygna og lækka prísirnar niður á eitt stig, ið gevur gjøgnumskygni – bæði fyri keypara og seljara.

Við øðrum orðum: Rættan bil og rættan prís, slær Palli fast.

Nýggj heimasíða

Vit hava ment eina nýggja heimasíðu www.komfortbilar.fo har kundar okkara kunnu síggja okkara nýggju prísir umframt aðra kunning um okkara bilar.

Almenn móttøka

Í sambandi við broytingarnar skipað vit fyri móttøku fríggjadagin 4. mars kl. 14 í Smiðjugerði 4. Vit vóna at síggja so mong sum gjørligt og fáa eitt gott bilprát, sigur Palli Skorheim. 

Vehicle added!
The vehicle is already in the wishlist!