Nordcar verður til Komfort Bilar

Nordcar verður til Komfort Bilar

Nordcar hevur skift navn, samleika og heimasíðu, og eitur nú Komfort Bilar.

Á nýggju heimasíðuni www.komfortbilar.fo skriva tey fylgjandi:

Vit eru 15 eldhugað starvsfólk, sum kýta okkum fyri, at tú sum kundi skal fáa ta best møguligu upplivingina. Okkara felagsmál er, at veita eina góða og holla tænastu, bæði tá talan er um sølu av bilum, eykalutum, viðlíkahaldi og umvælingum.

Fyri okkum hevur tað alstóran týdning, at vit ikki bert selja bilar. Tað er okkara skylda, at tú skal kenna teg at vera í góðum hondum – eisini aftaná at hava keypt bilin.

Komfort Bilar er autoriserað umboð fyri BMW, Mini, Fiat, Fiat Professional, Alfa Romeo, Jeep og Maxus.

Umframt at viðlíkahalda og umvæla egin bilmerkir, er verkstaður okkara er altíð til reiðar og biltøkningar okkara eru útbúnir í og hava drúgvar royndir, at umvæla onnur bilmerkir, enn tey vit umboða.

Rættan bil og rættan prís
Tað tú rindar fyri ein nýggjan bil, og tað tú fært fyri ein brúktan, eigur at standa mát við veruleikan. Tí hava vit sett prísirnar á eitt stig, ið gevur gjøgnumskygni – bæði fyri keypara og seljara.

Okkara hugsan er tí einføld – rættan bil og rættan prís.

Endamál
At veita føroyingum lættar, tryggar og góðar billoysnir við høgari góðsku.

Virðisgrundarlag
Vit ynskja við virðing fyri okkara viðskiftafólkum, okkum sjálvum og okkara arbeiði, at veita eina erliga og dygdargóða tænastu.

Missión
Vit ynskja at veita øllum føroyingum bilar, viðlíkahald og umvælingar á ein lættan og erligan hátt og við einum høgum tænastustøði.

Visjón
Vit ynskja at verða fremsta bilhúsið í Føroyum, har viðskiftafólk, starvsfólk og íleggjarar kenna seg virðismett.