Orkumálaráðharrar í ES eru nú vorðnir samdir um ein lógarpakka á veðurlagsøkinum, sum m.a. snýr seg um at steðga sølu av bilum, sum koyra uppá lívrunnið brennievni, í 2035.
Fitt av fólki høvdu leitað sær á Kongabrúnna í dag, tá minnismerki um fyrsta bilin, sum kom á land í Føroyum fyri 100 árum síðani, varð avdúkað av borgarstjóranum Heðini Mortensen.
Stór Bilasølustevna í ítróttarhøllini í Trongisvági verður vikuskiftið 7. og 8. mai. Hetta er tann afturvendandi sølustevnan, sum Tvøroyrar nýggjársnevnd skipar fyri á hvørjum ári. Tað er ókeypis at koma inn á bilsølustevnuna.
Fólk við bilum av slagnum Kia, MG og Isuzu nýtast ikki longur til Havnar tá bilurin skal til eftirlit. Tað verður nú gjørt í Klaksvík
Heldur henda gongdin fram fara vit at nærkast 10.000 el-bilum um fimm ár, sum fer at svara til næstan ein triðing av samlaða talinum á skrásettum persónbilum í Føroyum
Kelda: Portal.fo – Samstundis sum Hans Jákup Langgaard gerst stjóri, hevur hann eisini keypt part av Bilasøluni.
Eigarin hevur gjørt eitt uppskot til parkeringshúsið, sum, sambært Tórshavnar kommunu, verður í trimum hæddum (seks forskotnar hæddir) við parkeringskjallara og átta íbúðum á ovastu hædd. Innkoyring til bygningin er frá Kongagøtu, við inn- og útkoyring skipað á hvør sínum vegbana.