Soleiðis sær parkeringshúsið út
Kelda: Portal.fo
Mikudagin í farnu viku samtykti Tórshavnar Býráð at gera eina serstaka byggisamtykt fyri eitt øki við Bøkjarabrekku, sum loyvir at ein íbúðarbygningur við parkering til 150 bilar verður bygdur í økinum.
Eigarin hevur gjørt eitt uppskot til parkeringshúsið, sum, sambært Tórshavnar kommunu, verður í trimum hæddum (seks forskotnar hæddir) við parkeringskjallara og átta íbúðum á ovastu hædd. Innkoyring til bygningin er frá Kongagøtu, við inn- og útkoyring skipað á hvør sínum vegbana.