Tíðindaskriv frá Nordcar
Fiat 500e er komin til landið
Hóast elbilurin líkist sær sjálvum, er talan um ein heilt nýggjan bil.
Bíligasti Fiat 500e kostar bert 197.900 kr. aftaná MVG-afturbering. Hetta er fyrsti bilurin frá Fiat, sum er framleiddur sum elbilur frá grundini. Nýggi Fiat 500e er vaksin 6 cm í longd og breidd, og avstandurin millum akslarnar er øktur við 2 cm.
Eyka hurð
Tann nýggi 3+1 hevur sama snið og stødd sum hini modellini, men munurin er, at hann hevur eina eyka hurð á høgru síðu. Hendan hurðin verður latin upp aftureftir, og gevur betri pláss at koma inn á baksetrið við børnunum og barnastólunum.
Fiat 500e fæst sum hatchback, cabriolet og sum ein nýggjur sokallaður 3+1. Fýra útgávur eru at velja í: “Action”, sum er ein hatchback við einum battaríi á 23,7 kWh, 95 hk og koyrir up til 180 kilometrar. Bilurin klárar 0-100 km/t upp á 9,5 sekund.
Ynskir man ein bil, sum koyrir longri, er møguligt at keypa “Passion”, “Icon” ella “La Prima” sum bæði fáast sum hatchback, cabriolet og 3+1. Hesir hava eitt battarí á 42 kWh, sum klárar upp til 315 km. Hesi modellini hava ein elmotor við 118 hk, sum klárar frá 0-100 km/t upp á 9 sekund. Toppferðin er 150 km/t.
Allar útgávur av tí nýggja Fiat 500e kunnu nú bíleggjast hjá Nordcar.
Fyrsti bilurin sum er komin á goymslu er Fiat 500e “La Prima”, ið er tann best útgjørda útgávan.
Prísurin á Fiat 500e “La Prima” er 267.900 kr. við mvg afturbering. Bilurin kann síggjast og roynast hjá Nordcar.
Um spurningar eru til Fiat 500e, eru tit vælkomin at venda tykkum til Nordcar á ho@nordcar.fo ella tel. 290077.