Project Maybach, ein marglætis “Safari” bilur frá Mercedes
Mercedes heiðrar Virgil Abloh, fyrrverandi mótasniðgeva og stjóra av Louis Vuitton Menswear, við Project Maybach bilinum.
Bilurin er gjørdur sum eitt samstarv millum Virgil Abloh og Mercedes. Virgil Abloh doyði 41 ára gamal í november 2021 eftir sjúkalegu við krabbamein.
Virgil Abloh hevur ein heilt serligan status inna klædna- og møblamóta, og hann verður samanborin við hetjur inna listaheimin so sum Andy Warhol og Jeff Koons.
Tað verður bert framleitt eitt eintak av bilinum. Hann er ein 2 seturs eldrivin “off-road” bilur, ið er meira enn 6 metur langur og hevur innbygdar sólsellur og eitt “roll cage” uttaná bilinum.
Bilurin verður vístur fram á Rubell Museum í Miami í hesum døgum.