MVG frítøka av el-bilum og lægri avgjøld á hybrid og plugin-hybrid bilum
Løgtingið atkvøddi fyri løtu síðani at broyta í Meirvirðisgjaldlógini. Samtykt varð at leingja heimildina at fáa meirvirisgjald aftur, í samband við keyp av akførum sum er drivin av el ella vetni, við afturvirkandi kraft frá 1. januar 2021 fram til 31. desember 2022.
Samstundis bleiv eisini viðtikið at lækka virðisavgjaldið fyri persónbilar við hybrid tøkni og persónbilar við plugin-hybrid tøkni, sum partvíst koyra uppá el og partvíst við fossilari orku. Virðisavgjaldið fyri hesar, lækkað við afturvirkandi kraft frá 2021. Fyri bilar við hybrid og plugin-hybrid tøkni verður rindað 30% í virðisgjaldi av avgjaldsskylduga virðinum til og við 100.000 kr. og 45% í av virðinum sum er omanfyri 100.000 kr. Higartil hava hesir bilar rindað fult virðisavgjald.
Frá 1. januar 2023 skulu akfør sum einans nýta el ella vetni rinda virðisgjøld á sama hátt sum persónbilar við hybrid tøkni ella við plugin-hybrid-tøkni.