Nýggj fronsk lóggáva: Billýsingar skulu heita fólk á at ganga ella súkkla

Nýggj fronsk lóggáva: Billýsingar skulu heita fólk á at ganga ella súkkla

Í Fraklandi er nýggj lóg samtykt, sum krevur at allar billýsingar framyvir skulu heita fólk á, at brúka aðrar umhvørvisvinarligari flutningsmøguleikar enn privat bilkoyring.

Sum á sigarettpakkum, skulu billýsingar merkjast við “Umhugsað at koyra saman”, “Gang ella súkkla, tá tú skalt stuttan tein” ella “Nýt almennan flutning í gerandisdegnum”.

Ein av hesum trimum linjunum skulu innganga í øllum billýsingum í fraklandi, uttan mun til hvønn miðil lýsingin er í.

Har afturat skulu allar billýsingar eisini merkjast við #SeDéplacerMoinsPolluer” sum leyst umsett merkir “#FlytTegUttanAtDálka”. Um hetta ikki verður yvirhildið, fær fyritøkan eina bót uppá $56.000.

Vehicle added!
The vehicle is already in the wishlist!