COWI: Ov stórt CO2 útlát frá Plugin-Hybrid bilum
Danska Vejdirektoratet hevur biðið COWI um at gera eina kanning, av hvussu stórt CO2 útlátið er frá Plug-in Hybrid bilum á donsku vegunum.
Analysan byrjaði í oktober 2020, og er grundað á data frá 1307 Plugin-Hybrid bilum, saman við einum størri hópi av bensin bilum sum koyra í Danmark. Tað vísur seg at Plugin-Hybrid bilarnir hava munandi størri útlát enn væntað. Sambært kanningini er útláti 110g/km., sum er meira enn tvífalt loyvda markið á 50g/km., sum skal til fyri at bólkast undir grøn akfør.
Ónýttir møguleikar
Almennu tølini uppá Plugin-Hybrid bilar halda seg undir tey 50g/km. í CO2 útláti. Mett verður tó at trupulleikin er, at førarar av Plugin-Hybrid bilum í Danmark ikki løða battaríini nóg ofta.
GG! Hendan kanningin er gjørd í Danmark, og er ikki neyðturviliga galdandi í Føroyum