VW ætla at endurnýta battarí frá el-bilum
VW hevur latið fyrstu verksmiðjuna upp, við endamálinum at endurnýta battarí frá el-bilum.
Ætlanin er at endurnýta ráevni sum td. litium og nikkel, og málið er at náa einari endurnýtsluratu á yvir 90%.
Men sjálvt um fabrikkin letur upp nú, so verður ikki væntað at fáa størri mongdir av battaríum inn, fyrr enn í endanum av 2020’unum. Tí er fabrikkin í byrjunarfasuni sett upp, til at taka ímóti 3.600 battaríum um árið, svarandi til 1.500 tons.
Les meira um endurnýtsluna her
Sí filmsbrot við mannagongdini niðanfyri