Tesla fangar brotsmann á myndatólinum Ikki tað at hetta er ein støða sum kann væntast í Føroyum, men við sínum seks myndatólum í Tesla 3, kunnu upptøkur frá myndatólinum nýtast sum próvførsla í ymsum málum. Í filmsbrotinum niðanfyri kemur ein amerikanari í tí óhugnaliga støðu, at ein vápnaður maður roynir at stjala hansara Tesla bil. […]
Leysatíðindi: Tesla letur upp verksmiðju í Onglandi Tesla gerð innrás í Evropa, og eru longu nú í gongd við at byggja eina risastóra verksmiðju beint uttanfyri Berlin, sum stendur liðug seinni í ár. Nú ganga eisini leysasøgur um at Elon Musk ætlar at byggja eina verksmiðju í Somerset í Onglandi. Les meira her Niðanfyri sæst […]
Ein millumstórur Crossover el-bilur frá Nissan Nissan Leaf var mest seldi el-bilurin í heiminum í 2019, og í 2022 fær Leaf ein stórabeiggja við Nissan Ariya, sum er ein millumstórur crossover el-bilur. Les meira um Nissan Ariya her
Fyrsti Aston Martin í 61 ár Í ár verður eitt Aston Martin team í Formel 1 kappingini fyri fyrstu ferð síðani 1960. Í dag var bilurin avdúkaður, og førarar av Formel 1 bilunum vera eingin minni enn fýrafaldaði meistarin Sebastian Vettel, saman við Lance Stroll, sum er sonur team-eigaran Lawrence Stroll. Sí avdúkingina niðanfyri.
Euro NCAP: Fyrstu úrslitini av krassjtestum í 2021 kunngjørdir Tveir nýggir bilar eru krasjtestaðir hjá Euro NCAP. Talan er um Polestar 2 og Cupra Fermentor. Báðir bilarnir kláraðu seg væl og fingu 5 av 5 stjørnum. Sí úrslitini fyri báðar bilarnar niðanfyri: Úrslit av krasjtestini av Polestar 2: Úrslit av krasjtestini av Cupra Fermentor:
Ein tíma sunnafyri Bangkok liggur PS Modify. PS Modify er eitt verkstað, ið hevur serkunnleika í at umbyggja bilar. Bilverkstaðið er víðagitið fyri teirra serligu Toyota MR2 umbyggingar.
Tað er heimskenda verkstaðið West Coast Customs, ið hava umbygt hendan Rolls-Royce Wraith við íblástri frá frumritsbilinum Rolls-Royce Vision. Hesa útgávuna West Coast Custom valt at nevna Rolls-Royce Uriel – The light of God
MPDV El-Vørubilurin (Multi-Purpose Delivery Vehicle) frá Canoo kann nøkta ein hvønn tørv, og hann er líka so framkomin sum hann sær út.
NASA deilir filmsbrot frá Perseverance á Mars Hósdagin í síðstu viku lendi NASA-akfarið Perseverance á Mars í øllum góðum. Nú eru tær fyrstu forvitnisligu myndirnar komnar frá Mars. Sí niðanfyri filmsbrot í høgari góðsku av lendingini og umhvørvinum har Perseverance koyrir hesar dagarnar.
Tveir tímar uttanfyri Bangkok liggur Scrap Metal Art Thailand, sum man vera ein tann mest fantastiska verksmiðja í heiminum. Her framleiða tey Luksus bilar, Transformers, Superhetjur og hópin av øðrum listaverkum úr ruskjarni.