Ein tíma sunnanfyri Bangkok liggur PS Modify. PS Modify er eitt verkstað, ið hevur serkunnleika í at umbyggja bilar. Bilverkstaðið er víðagitið fyri teirra serligu Toyota MR2 umbyggingar.
Her arbeiða fleiri tailendskir Halleluja Sofus’ar, ið duga at fáa ein vanligan bil, til at líkjast einum superbili. Alt er hondgørt, og hevur sum oftast íblástur frá Lamborghini, Ferrari ella Porsche. Ein slík full umbygging kostar uml. kr. 220.000,- við øllum.
Sí hesar heilt serligu bilarnar og verkstaðið í videobrotinum niðanfyri