Peugeot hevur fingið nýtt búmerki
Nýggja búmerki er tekna av Peugeot Design Lab, og hetta er ikki fyrstu ferð at Peugeot broytir búmerki. Sí allar útgávurnar av búmerkinum á myndini niðanfyri
Peugeot verksmiðan byrjaði 1810, har tey framleiddu nógv ymisk ting, frá kaffikvørnum til bandsagir. Tað var ikki fyrr enn í 1889, at tey framleiddu tann fyrsta Peugeot bilin.
Leyvan á búmerkinum skuldi vísa til tær hvøssu tenninar og tað sterka jarni, ið bandsagirnar vóru gjørdar av.