IDTechEx: Í 2050 kann lóggáva verða ímóti menniskjum handan róðrið
Menningin er í eini øgiligari ferð í løtuni, og sjálvkoyrandi bilar koma nærri veruleikanum fyri hvønn dag sum gongur.
Við tí skjótu tøkniligu menningini, eru nógv sum meta at tað bert er ein spurningur um tíð, áðrenn allir bilar á vegnum koyra og samskifta sínamillum sjálvir, og granskingarstovnurin IDTechEx er samdur.
Í nýggju greinini “Autonomous Cars, Robotaxis & Sensors 2022-2042” gevur IDTechEx sína meting um hvat framtíðin hevur at bjóðað.
Mett verður at sjálvkoyrandi akfør ikki verða órógvaði av ymsum evnum sum orógva meinniskju, sum til dømis onnur akfør og fartelefonir. Eisini verður mett at 5G netið ferð at tryggja, at sjálvkoyrandi bilarnir fáa upplýsingar um sínar kringumstøður skjótari enn menniskja klárar at uppfatað støðuna.
IDTechEx væntar at við núverandi ferð, vil trygdin á einum sjálkoyrandi bili longu verða hægri enn hjá einum minniskja handan róðrið í 2024. Og um menningin heldur fram, vil tøknin og kervi kunna handfara allar bilar í USA í 2046. Og so kunnu øll akfør í teori’ini verða sjálvkoyrandi í 2050. Tá tað kemur har til, væntar IDTechEx at menniskju handan róðrið verða bannaði, fyri at minka um vandan fyri vanlukkur, og fyri at minnskjaligu feilirnir ikki skulu órógva sjálvkoyrandi akførini sum samskifta sínamillum.
Størsta forðingin fyri at koma har til, er ikki tøkniliga menningin sambært IDTechEX, men heldur reguleringar sum kunnu seinkað gongdini.