Hybridbilar skulu ikki sleppa undan avgjaldi

Hybridbilar skulu ikki sleppa undan avgjaldi (KVF)

Bjarni Kárason Petersen í Framsókn mælir í staðin til at leingja tíðina, sum elbilar sleppa undan at rinda avgjald.

Løgtingið viðgjørdi í gjár eitt uppskot frá Bjarna Kárason Petersen í Framsókn, um at hybridbilar og plugin-hybridbilar skulu ikki longur sleppa undan avgjaldi, á sama hátt sum elbilar, tí hybridbilar dálka munandi meir.

Uppskotið er farið í fíggjarnevndina.

Bjarni Kárason Petersen mælir í staðin til at leingja tíðina, sum elbilar sleppa undan avgjaldi.

Tað var í februar, at løgtingið samtykti at javnseta elbilar, hybridbilar og plugin-hybridbilar.

Hoyr samrøðuna her

Vehicle added!
The vehicle is already in the wishlist!