Fyrsti MAXUS elbilurin komin til Nordcar

Tíðindaskriv frá Nordcar

Fyrsti MAXUS elbilurin komin til Nordcar

Áhugin fyri elbilum veksur skjótt, bæði tá talan er um persónbilar og vørubilar. Vit eru fegin og errin um samstarvið við RSA-Danmark, ið umboðar Maxus. Við hesum samstarvinum kunnu vit bjóða eitt breitt úrval av framkomnum elbilum – bæði til privat- og vinnu, sigur Palli Skorheim, stjóri á Nordcar.

Maxus
Maxus er ein partur av ovurhonds stóra SAIC (Shanghai Automotive Industry Corporation), ið framleiðir 7 milliónir bilar um árið, og sum samstundis er størsti bilframleiðarin í Kina og sjeyndstørsti bilframleiðari í heiminum.

Maxus Euniq 5 MPV – stórur elekstriskur familjubilur við 7 setrum
Fyrsti bilurin, ið kemur á goymslu hjá Nordcar er Maxus Euniq 5 MPV, ið er ein stórur og sera vælútgjørdur familjubilur við 7 setrum.

Euniq hevur eitt framkomið 52,5 kWh battarí, ið hevur eitt røkki upp til 325 km, mált eftir WLTP-skalanum, og el-motorurin hevur heili 177 elektriskar hestakreftir. Maxus veitir 8-ára/200.000 km battarígaranti og 5-ára/100.000 km garanti uppá sjálvan bilin.

Euniq MPV er stórur og rúmiligur, og takka verið 360ᴼ bakki kamera- og sensorum aftan- og framman er tað lætt og trygt at bakka og parkera familjubilin. Stóra panorama glastakið, ið eisini kann latast upp gevur gott ljós til øll ferðandi í bilnum. Familjan situr væl í góðum leðursetrum og gott pláss er til barnastólar. Euniq setur trygd- og komfort í hásæti og hevur m.a.: neyðbremsu assitent, 6 airbags, blindvinkul assistent, 4-økis klimaanlegg, Apple CarPlay, tráðleysan løðara til fartelefonir, fartpilot, el-setur við hita og el-baklúku – fyri bert fyri nevna nakað av tí, ið ger bilin serstakan.

Tú kanst eisini síggja filmsbrot, ið lýsir Maxus Eunik MPV her:

Bilurin er komin goymslu, og tað verður høvi at síggja og royndarkoyra spennandi familjubilin.

Prísurin fyri Maxus Euniq MPV er 399.900 eftir MVG-afturbering.

Ynskir tú at frætta meira um elbilarnar frá Maxus; ring 290077 ella skriva ein teldupost til ho@nordcar.fo

Vehicle added!
The vehicle is already in the wishlist!