Bilreins takkar fyri seg

Bilreins takkar fyri seg

Bilreins boðar í dag á sínum Facebook vanga frá at teirra virksemi steðgar. Boðini eru fylgjandi:

Vit takka fyri okkum! Bilreins hevur í gongd síðan marsmánað 2019, og nú velja vit at takka fyri okkum. Tá vit byrjaðu fyritøkuna, vistu vit lítið um, hvussu nógvar kundar vit fóru at fáa og heldur ikki, hvussu nógv tað fór at krevja. Síðan tá hava vit vaskað á leið 1000 akfør, bæði stór og smá, og av tí sama hevur tað eisini gingið væl. Nú gongur leiðin til víðari lesnað hjá okkum, og tí síggja vit ikki møguleikan fyri at reka fyritøkuna víðari. Takk fyri til allar okkara kundar, sum hava gjørt hetta til eina góða og læruríka tíð. 😊❤️

Vehicle added!
The vehicle is already in the wishlist!