Akfør.fo – Eitt ár á baki

Akfør.fo – Eitt ár á baki

29. apríl 2020 var akfør.fo útgivin á fyrsta sinnið. Akfør.fo var sett í verðina fyri at gera tað lættari fyri brúkaran, at fáa eitt greitt yvirlit yvir brúktbilamarknaðin, og at savna alt á einum stað.

Síðani tá hevur heimasíðan verið í leypandi menning, har hon er tillaga út frá ynskjum sum brúkarin hevur havt, og eisini eru tænastur lagdar afturat so hvørt, sum til dømis tíðindastubbar um evnir innanfyri akfør.

Síðani akfør.fo sá dagsins ljós hava 276.219 vitjanir verið. Og 880.384 síður hava verið vístar á akfør.fo

Í skrivandi stund eru 450 akfør á síðuni, og á heimasíðuni hava øll sløg at akførum staðið til sølu, alt frá vanligum bilum, motorsúkklum, húsbilum og enntá ein gravkúgv, ein brannbilur og ein kavaruddari.

Her eru nøkur hagtøl afturat

Sløg av bilum:
Hatch/mini 28,6%
SUV/Jeep 25,1%
Sedan 18,6%
Stationcar: 12,4%
MPV/Familjubilar: 8,6%

Bilmerkir:
1. Ford: 11,4%
2. Citroen: 9,5%
3. Nissan: 8,6%
4. Mitsubishi: 7,2%
5. Mercedes: 7%

Miðal aldurin: 6,3 ár
Miðal søluprísurin: 177.486 kr.
Miðal koyrdir kilometrar: 90.958 km

Vehicle added!
The vehicle is already in the wishlist!