Vit fara at lúka á akfør.fo

Vit fara at lúka á akfør.fo

Vit fara at lúka á akfør.fo

Tað er gleðiligt at vit hava so nógvar brúkarar á akfør.fo, og at somikið nógv velja at seta sitt akfar til sølu á okkara heimasíðu. Men ein avbjóðing er, at nógv gloyma at koyra akfarið av sølulistanum aftur tá tað er selt.

Fyri at gera upplivingina betur hjá teimum sum leita eftir akfari, fara vit frá 1. apríl at innføra eina nýggja mannagongd, sum tryggjar at sølulistin er so eftirfarandi sum gjørligt.

Vit fara hvørt kvartal at sløkkja øll akfør sum hava verið til sølu í meira enn 3 mánaðir. Hetta vil tryggja at seldir bilar ikki verða hangandi, og um mann hevur ein bil sum hevur staði til sølu í meira enn 3 mánaðir – og enn er til sølu – kann mann altíð rita inn og tendra fyri billýsingina aftur.

Tags: