El-drivni arvtakarin hjá Volvo XC90 fær nýtt navn
Volvo fer næsta ár at koma við einum nýggjum arvtakara fyri núverandi flaggskipið XC90, sum bert verður at fáa sum el-bilur.
Hesin bilur fer ikki at eita XC90 Recharge, sum núverandi el-útgávan XC40 Recharge annars leggur upp til, men fær heldur eitt heilt nýtt navn. Hetta sigur stjórin í Volvo Cars Håkan Samuelsson.
Umrødda modellið verður framleitt frá 2022 í South Carolina í USA, men verður væntandi ikki á marknaðinum fyrr enn 2023.