Euro NCAP: Citroën C4 fær 4 stjørnur Nýggj úrslit av Euro NCAP krassjtestum er komin, har triðja generatiín av Citroën C4 og annars Genesis G80 og Genesis GV80 vóru testaðir. Genesis bilarnir fingu fimm av fimm stjørnum og Citroën C4 fekk fýra av fimm. Niðanfyri sæst krassjtestirnar av teimum trimum modellunum. Citroën C4 Genesis GV80 […]
Nissan Ariya royndi seg á vegnum í Monaco Nýggi eldrivni SUV bilurin Ariya frá Nissan sum væntandi verður á maknaðinum seinni í ár, var fyri fyrstu ferð at síggja á vegnum í Monaco. Støddin á Ariya kemur at verða nøkurlunda sama sum á væl umtóktu Qashqai bilunum, og kemur at verða í beinleiðis kapping við […]
Komandi Tesla Roadster við SpaceX pakkanum klárar frá 0-100 km/t uppá 1.1 sekund. SpaceX útgávan hevur rakett motorar goymdar handan nummarplátuna, júst sum vit kenna tað úr einum røttum James Bond filmi.
Lamborghini eru kendir fyri teirra sera máttmiklu og bensin slúkandi V12 motorar. Men í framtíðini fer fyritøkan at umleggja til el-drivnar bilar. Hetta skiftið verður gjørt so líðandi. Fyrsti el-drivni Lamborghini bilurin kemur á marknaðin í 2025.
Svaklig kassabils-kappkoyring í Ekvador Í Ekvador hevur mann síðani 1940’unum koyrt kapp í kassabilum. Hetta minnur mest um Mario Kart við upp til 80 km/t á almennum vegi og við ferð-forðingum at plúmma á. Hendan kappingin kallast Carrera Coches de Madera, sum beinleiðis umsett merkir “Kappkoyring í træbilum”. Niðanfyri sæst ein filmsupptøka frá einum Go-Pro […]
Hesa uppgávuna skal navnframi tónasmiðurin Hans Zimmer loysa. Hoyr Hans Zimmer greiða frá hvussu hann ætlar at gera tað í videobrotinum niðanfyri.
Hetta er eitt frumsnið av bilinum, men hesin bilurin hevur heilt serligan týdning fyri Lexus, og vísur hvat í vit hava í væntu frá Lexus í framtíðini.
Túrurin byrjar í Santa Barbara og ferð framvið Kalifornisku strondini allan vegin suður til Porsche Experience Center í Los Angeles. Á túrinum suður stegga teir ymsastaðni, har bilurin veruliga skal stand sína roynd.
Í háferðslu og í myrkrið við mótkoyrandi bilum í skeivari síðu og fótgangarum ið ikki hyggja seg fyri, roynir hesin sjálvkoyrandi Tesla bilurin at koma frá A til B. Sí hvussu hendan ferðin eydnast í videobrotið niðanfyri
Tann lítli býarbilurin hjá Toyota fær ein heldur óvæntaða snið uppfrískan. Tann nýggja útgávan hevur fingið navni Aygo X, og er nú ein crossover.