Skrásetingargjald av innfluttum bilum, skal roknast eftir keypsprísinum, og ikki upprunavirðinum

Kelda: KVF.FO

Eitt uppskot er gjørt um at broyta skrásetingarlógina.

Sera torført er hjá Akstovuni at útvega upprunavirðið á innfluttum, brúktum bilum.

Vilja ikki upplýsa prís
Bilsølurnar vilja av kappingarávum ikki útflýggja upplýsingar um prísin. Tí mælir Fíggjarmálaráðið nú til at broyta virðisásetingina, so hon verður meira ítøkilig.

Av tí at torført er at finna rætta upprunavirðið, tekur ofta nógvar dagar at skráseta brúkt, innflutt akfør.

Tá lógin er broytt, fer skrásetingin bara at taka ein dag, sigur Fíggjarmálaráðið.

Sama grundarlag sum TAKS
Við broytingini fer Akstovan at brúka sama útrokningargrundarlag, sum TAKS brúkar til at tollavgreiða akfør og til at áseta, hvussu nógv meirvirðisgjald akfarið skal rinda.

Akstovan sigur, at í fjør blivu 56 brúktir persónbilar, 24 brúktir vørubilar og fýra brúktar motorsúkklur innflutt. 

Vehicle added!
The vehicle is already in the wishlist!