Sjálvkoyrandi hýruvognsbilar í Beijing
Kinesiska tøknifyritøkan Baidu fór sunnudagin undir at bjóða eina hýruvognstænastu við føraraleysum sjálvkoyrandi bilum. Baidu hevur eina tíð bjóða sjálvkoyrandi hýruvognskoyring, men við einum trygdarfólki handan róðrinum at traðka til um okkurt skuldi gingið galið. Nú eru tey komin somikið langt í menningini, at tey fara undir at bjóða koyring uttan starvsfólk.
Tænastan eitur Apollo Go Robotaxi, og er tann fyrsta slíka gjalds-tænastan í heiminum, har brúkarin kann nýta ein hýruvogn uttan førara. Prísurin fyri ein túr er 4.60$ (kr. 28,50).
At byrja við eru 10 bilar á netinum, og teir koyra á einum avmarkaðum øki í Shougang Park, við eini stødd á tríggjar ferðkilometrar. Shougang Park fer í 2022 at hýsa vetrar OL, og ætlanin er at tænastan skal nýtast í samband við leikirnir, har bilarnir skulu flyta vitjandi runt í økinum.
Ein app verður nýtt til at bíleggja sær bilin, har ein síðani kann fylgja bilinum og síggja nær hann er komin fram at heinta teg. Um tú ikki finnur hann ímillum allar hinar bilarnar, kanst tú við appini fáa bilin at gera vart við seg, við at floyta.
Fyri at lata bilin upp, og vísa á at tú ert tann sum hevur bílagt bilin, nýtist QR-kota sum tú skannar við appini. Tá tú hevur sett teg í bilin, kanst tú heilt einfalt trýsta á knøttin “Start”. Bilurin tryggjar síðani at hurðarnar eru stongdar, og øll ferðandi sita í trygdarbelti, og síðani koyrir hann teg ynsktu rutuna.
Baidu hevur arbeitt við menningini av sjálvkoyrandi bilum í 8 ár, og sunnudagin var so fyrsta føraraleysa tænastan útgivin.
Sí filmsbrot niðanfyri um tænastuna.