Eingin bilframleiðari vil spæla við Apple
Apple og Hyundai kunngjørdi í januar at partarnir fóru í samstarv, men í februar var longu greitt at Hyundai trekti seg úr avtaluni. Hyundai søgdu tó einki um orsøkina.
Síðani hevur Apple sett seg í samband við Nissan um eitt møguligt samstarv, har Nissan takkaði nei beinavegin. Hesaferð við eini frágreiðing um hví: “Vit noyðast at hyggja eftir hvør hevur bestu førleikarnar á marknaðinum. Teimum vilja vit fegin samstarva við, men tað má verða hini sum byggju upp um okkara vøru, og ikki umvent” sigur varðastjórin í Nissan, Ashwani Gupta.
Nissan fingu bjóðað at verða veitari til ein bil sum Apple hevur sniðgivið, og sum skal hava navnið iCar. Hetta var eitt av krøvunum, sum also hvørgan Nissan ella Hyundai eru áhugað í.