Waag umboðar nú Hyundai

Waag umboðar nú Hyundai

Frameftir verður tað WAAG sum fer at umboða Hyundai í Føroyum. Umframt Hyundai umboðan
WAAG í dag bilmerkini Renault, Dacia, Mercedes-Benz og Mitsubishi.

Hyundai hevur eitt breitt úrvæl av bilum – heilt frá tí minsta Hyundai i10 til tann stóra Hyundai Santa
Fe. Fleiri av bilunum fáast bæði við bensin/diesel motori og við eitt nú EL, plugin hybrid og
brintmotori. Ein heilt nýggjur og sera spennandi Hyundai Tucson er júst nú komin á marknaðin, og
verður hesin eisini at fáa hjá WAAG í nærmastu framtíð.

Sum nakað heilt serligt hava allir Hyundai bilar 5 ára fabriksgaranti – uttan kilometur avmarking.
Harumframt veitir Hyundai 5 ára lakkgaranti og 12 ára rustgaranti.

Longu nú ber til at ogna sær ein Hyundai frá WAAG, og væntandi vera øll viðurskiftir viðv. yvirtøkuni
klár um mánaðarskiftið januar/februar.

Hjá WAAG fegnast vit um at hava fingið umboðið uppá Hyundai og vit gleðast um, nú at kunna bjóða
kundum okkara eitt enn breidri vøruúrvæl.

Til ber at síggja alt vøruúrvalið hjá Hyundai HER

Vehicle added!
The vehicle is already in the wishlist!