Við Akfør.fo Turbo verður tín bilur eyka sjónligur

Við Akfør.fo Turbo verður tín bilur eyka sjónligur

Turbo er ein nýggj tænasta frá Akfør.fo har tað ber til at lýsa við bilum á øðrum føroyskum og útlendskum pallum.

Endamálið við Akfør.fo hevur altið verið at savna allar brúktbilar sum eru til sølu í Føroyum á einum stað. Hetta hevur eydnast sera væl, og hava vit í løtuni beint yvir 450 bilar til sølu.

Men vit uppliva at har er ein tørvur á at sleppa at stimbra undir bilar sum eru til sølu, og geva møguleika fyri at keypa sær eyka lýsingapláss, so har eru uppaftur fleiri sum síggja bilin.

Við Turbo tænastuni ber til at keypa lýsingarpláss á Facebook, Instagram, Roysni.fo, Dagur.fo og á Smálýsingarplássunum á alskyns føroyskum heimasíðum. Akfør.fo hevur eisini framleitt lýsingaskabelónir sum verða nýttar, har tað er brúk fyri grafiskari framleiðslu.

Um tú ert áhugað/ur í at hoyra nærri, kanst tú lesa meira um Turbo tænastuna her

Vehicle added!
The vehicle is already in the wishlist!