Tesla Model S vs Benetton Formel 1 bili frá 1997
Sí her filmsbrotið har ein 24 ára gamal Formel 1 bilur hjá Benetton koyrir kapp við Tesla Model S P100D.
Formel 1 bilurin var nýttur í kappingarárinum 1997 tá Gerhard Berger koyrdi hendan. Motorurin er frá Renault og hevur 3.0 litur V10 og 770 hestar. Benetton endaði í 1997 sum nummar 3 í Constructor’s Championship, og besta úrsliti hjá Berger í hesum bili, var at vinna Grand Prix’ið í Hockenheim, Týsklandi.
Tesla og Benetton bilurin kappast í fleiri ymsum formum, og Tesla bilurin vísur seg at hava eitt betri upptrekk, men verður fangaður aftur av stóru motorini í gamla bilinum hjá Gerhardi Berger.