Tesla hevur veruliga fingið vind í seglini
Tesla slær met eftir met fyri tíðina. Fyrst gjørdi Hertz størstu bíleggingina av el-bilum nakrantíð, tá ið fyritøkan keypti 100.000 Model 3 bilar frá Tesla, og hetta var við til at ávirka virðisbrøvini hjá Tesla soleiðis, at Tesla gjørdist fyrsti bilframleiðarin nakrantíð at vera vert yvir eina billión dollarir.
Tesla Model 3 gjørdist eisini best seljandi bilurin í Evropa í september 2021, og hetta er fyrstuferð, at ein el-bilur hevur fingið hendan heiðurin. Ikki nokk við tí, so er Tesla Model 3 eisini einasti bilurin higartil, ið er framleiddur uttanfyri Evropa, og sum hevur fingið hendan sama heiður.