Nov 2021
Tesla hevur veruliga fingið vind í seglini
Tesla slær met eftir met fyri tíðina. Fyrst gjørdi Hertz størstu bíleggingina av el-bilum nakrantíð, tá ið fyritøkan keypti 100.000 Model 3 bilar frá Tesla, og hetta var við til at ávirka virðisbrøvini hjá Tesla soleiðis, at Tesla gjørdist fyrsti bilframleiðarin nakrantíð at vera vert yvir eina trillión dollarir.