
Jul 2021
Mótmæla parkeringshúsinum
Skal miðbýurin vera fyri bilar ella børn? Tað er spurningurin, sum íbúgvarnir í miðbýnum í Havn seta Tórshavnar kommunu, nú ætlanin er at byggja parkeringshús í miðbýnum
Skal miðbýurin vera fyri bilar ella børn? Tað er spurningurin, sum íbúgvarnir í miðbýnum í Havn seta Tórshavnar kommunu, nú ætlanin er at byggja parkeringshús í miðbýnum
Eigarin hevur gjørt eitt uppskot til parkeringshúsið, sum, sambært Tórshavnar kommunu, verður í trimum hæddum (seks forskotnar hæddir) við parkeringskjallara og átta íbúðum á ovastu hædd. Innkoyring til bygningin er frá Kongagøtu, við inn- og útkoyring skipað á hvør sínum vegbana.
Býráðið samtykti í kvøld at gera eina serstaka byggisamtykt fyri eitt øki við Bøkjarabrekku, sum loyvir at ein íbúðarbygningur við parkering til 150 bilar verður bygdur í økinum. Fyri at fáa fulla nýtslu av økinum má semja fáast við eigararnar av trimum ymsum matriklum.