Stórt fall í framleiðslu av nýggjum bilum

Stórt fall í framleiðslu av nýggjum bilum

Stóri mangulin á mikrokips til bilaídnaðin, ger at bilaframleiðarar eru sterkt avmarkaðir heilt fram til 2022.

Sambært Bloomberg News, meta 3M at størri fall verður á framleiðsluni av nýggjum bilum enn fyrst væntað. Fíggjarstjórin Monish Patolawala metir at har verða framleiddir 6% færri bilar seinna hálvár, meðan metingar í fyrstu atløgu væntaðu eitt fall uppá 3%.

“Inntil vit síggja at at atgongdin til mikrokips veksur aftur, og at har er áhaldandi veiting, koma vit at síggja at bilídnaðurin skal ígjøgnum upp- og niðurtúrar fyri at halda verksmiðjurnar koyrandi” sigur Monish Patolawala.

Vehicle added!
The vehicle is already in the wishlist!