Róður ella Nintendo Switch?

Róður ella Nintendo Switch?

Nýliga kunngjørdi Tesla at nýtt róður sum kallast Yuke, í heilt nýggjum formi var tøkt til Tesla bilar. Og nú hevur General Motors Design lagt forvitnisligar myndir av konsepti – sum ein GM-sniðgevi hevur ment – á sín Instagram vanga.

Út frá myndunum kundi sæð út til at róðri hevur ein meira kvadratiskan form, eins og Yuke hevur. Men eisini kundi sæð út til at ein skíggi verður integreraður, og minnir hetta ikki sørt um eitt Ninstendo Switch ella líknandi. Hetta kann sjálvandi ikki gerðast aktuelt sum støðan er í dag har førarin manuelt stýrir bilinum, men áhugavert er, um hetta verður ein partur av kollveltingini tá sjálvkoyrandi bilar verður gerandiskostur.

Vehicle added!
The vehicle is already in the wishlist!