Kommunuval-barometrið

8. november 2020

Í samband við kommunuvalið sum verður týsdagin, hava tvær atkvøðugreiðslur verið á akfør.fo um evnir sum viðvíkja ferðslu. Her hava vit sett vitjandi á akfør.fo fylgjandi spurningar:
#1 – Hvussu skulu parkeringstrupulleikarnir í Havn loysast?
#2 Ynskir tú at tín kommuna leggur dent á grønt orkuskifti í komandi valskeiði?
Niðanfyri sæst úrslitini av atkvøðugreiðslunum

Hvussu skulu parkeringstrupulleikarnir í Havn loysast?

Parkeringstunnil millum Havnargøtu og Skálatrøð

Eitt av heitu evnunum fyri borgarar í Tórshavnar Kommunu og fyri fólki sum arbeiða í Havn, er parkeringsviðurskiftini í miðbýnum. Vit settu tí spurningin um hvussu parkeringstrupulleikarnir í Havn skulu loysast.

306 greiddu atkvøðu, og tað vinnandi uppskotið gjørdist “Parkeringstunnil millum Havnargøtu og Skálatrøð”. Sigast skal at tað var sera tætt millum trimum av valmøguleikunum, har vinnandi uppskotið fekk 25,16%. Men beint í hølunum við 24,18% var “Byggja parkeringshús á Skálatrøð” og við 19,93% “Gera parkeringstunnil undir Skálatrøð”.

Úrslit

Gera parkeringstunnil millum Havnargøtu og Skálatrøð 77 atkvøður
Byggja parkeringshús á Skálatrøð 74 atkvøður
Gera parkeringstunnil undir Skálatrøð 61 atkvøður
Eg haldi at miðbýurin skal verða bilfríur 44 atkvøður
Ein onnur loysn 39 atkvøður
Gera parkeringstunnil undir Havnarvág 11 atkvøður

Lýsing

Ynskir tú at tín kommuna leggur dent á grønt orkuskifti í komandi valskeiði?

Kommunan eigur at ganga fremst

Í spurninginum um grøna orkuskiti vóru 104 sum greiddu atkvøðu, har flest halda at kommunan eigur at ganga fremst í grøna orkuskiftinum við 41,35% av atkvøðunum. Nummar tvey bleiv “Tað er ikki kommunan sum hevur ábrygdina av tí” við 36,54% og nummar trý við 17,31% bleiv “Eg haldi at kommunan eigur at taka atlit”.

Úrslit

Eg haldi at kommunan eigur at ganga fremst 43 atkvøður
Tað er ikki kommunan sum hevur ábyrgdina av tí 38 atkvøður
Eg haldi at kommunan eigur at taka atlit 18 atkvøður
Eg veit ikki 5 atkvøður